Psst...

Do you want to get language learning tips and resources every week or two? Join our mailing list to receive new ways to improve your language learning in your inbox!

Join the list

Faroese Audio Request

kaptengrot
464 Words / 0 Recordings / 0 Comments
Note to recorder:

Normal reading speed, please. There might be typos since I type this up from the book myself.

Fyrsti partur
Tann undirkavaða glasstova

Himmalin var næstan svartur, men kavin var fagurt bláur í mánalýsinum.

Havið lá og svav undir ísinum, og langt niðri millum røturnar í jørðini droymdi alt smákyktið um vár. Men hagar var leingi eftir enn, tí árið var ikki komið longur enn nakað út um nýggjár.

Beint har sum dalurin gjørdi eitt lítið snar fyri so líðandi at fara í fjallið, stóðu eini undirkavað hús. Tey líktust eini lúnutari kavafonn og sóu so einslig út. Tætt fram við húsunum kom stóráin í longum bogum so kolsvørt ímillum ísrendurnar, streymurin hevði hildið opið fyri vatninum allan veturin. Men eingi fótaspor gingu eftir brúnni, og kring húsini vóru rokfannirnar órørdar.

Inni í húsunum var fjálgt. Stórur torveldur lá og gløddi í eygað og lýsti á tað hvíta vetraráklæðið á innbúnum og á krystallkrúnuna, sum var sveipað inn í túll. Og rundan um tann størsta ovnin í glasstovu lá mumihúsklið og svav sín langa vetrarsvøvn.

Tey svóvu altíð frá november til apríl, tí tað høvdu forfedrar teirra eisini gjørt, og mumitrøll eru trúgv móti gomlum siði. Tey høvdu øll fingið sær búkfyllu av grannálum, soleiðis sum forfedrar teirra eisini høvdu gjørt, og við seingirnar høvdu tey við góðum vónum sett alt, sum teimum nýttist tíðliga um várið. Spakar, sólgløs, filmsálir, vindmátarar og tílíkt.

Kvirran var trygg og full av lyftum. Uppímillum suffaði onkur og boraði seg betur níður í svøvnholuna.

Glæman frá mánanum gekk spakuliga eftir ruggustólinum yvir á glasstovuborðið, skreið eftir messingarknøttunum á fótalagnum og skygdi beint í andlitið á Trølla-Mumi.

Og nú hendi tað, sum aldri áður var hent, síðan tað fyrsta mumitrøll var farið í híð. Hann vaknaði og sovnaði ikki aftur.

Trolla-Mumi hugdi at mánalýsinum og frostrósunum á rútunum. Hann hoyrdi ovnin murra í kjallaranum, og hann var meira og meira vakin og bilsin. At enda kreyp hann fram og sníkti seg yvir at seingini hjá mammu síni.

Hann tók varisliga í oyrað á henni, men hon kvaklaðist ikki við og krøkti seg bara saman til ein viljaleysan rulk.

»Tá ið mamma ikki vaknar, verður helst nyttuleyst at royna hini,« hugsaði Trølla-Mumi og sníkti seg longri inn í tað ókunnuga og loyndarfulla húsið. Klokkurnar vóru langt síðan steðgaðar, og allastaðni var eitt sløð av dusmi. Á glasstovuborðinum stóð súpanarbollin við avlopi av grannálum frá heystinum fyri. Og inni í túllsveipinum ringlaði krystallkrúnan spakuliga fyri seg sjálva.

Knappliga kom ótti á hann, og hann bráðsteðgaði í t+i flógva myrkrinum framman fyri mánaglæmuni. Hann kendi seg ræðuliga einsamallan.

»Mamma! Vakna, mamma!« rópaði Trølla-Mumi og togaði í dýnuna hjá henni. »Heimurin er horvin!«

Men mamma vaknaði ikki. Kortini gjørdust summardreymar hennara ótryggir og stúrnir eina løtu, men hon fekst ikki at vakna. Trølla-Mumi kúlaði seg saman á teppinum, sum lá framman fyri seingini hjá henni, og soleiðis leið tann langa vetrarnáttin.

Recordings

No Recordings yet

Comments